Jump to content

Concord (Massachusetts)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
The printable version is no longer supported and may have rendering errors. Please update your browser bookmarks and please use the default browser print function instead.
Concord, Massachusetts
Grunddáta
Land: USA USA
Stakríki: Massachusetts Massachusetts
Grundlagdur: 1635
Vídd: 67,4 km²
Fólkatal (2018): 19.211
Heimasíða: concordma.gov

Concord er ein amerikanskur býur, ið liggur í eystara parti av stakríkinum Massachusetts. Býurin er staddur í Middlesex County, 40 km í ein útnyrðing av Boston. Concord hevði í 2018 umleið 19.211 íbúgvar.[1]

Tætt við miðbýin renna áirnar Sudbury og Assabet saman í eitt. Har byrjar Concord-áin.

Søga

Concord varð grundlagdur av bretskum niðursetumonnum í 1635.

Frælsistríð

Tann 19. apríl 1775 byrjaði við orrustuni í Lexington og Concord kringsetingin av Boston og samstundis byrjaði hervið Amerikanska Frælsiskríggið.

Bókmentir

Býurin Concord hevur sera stóran týdning fyri amerikanskar bókmentir. Kendir rithøvundar sum Ralph Waldo Emerson (1803-1882), Henry David Thoreau (1817-1862), Nathaniel Hawthorne (1804 -1864) og Louisa May Alcott (1832-1888) búðu eitt tíðarskeið í býnum.

Myndir

Kend fólk

(føðistaður í Concord)

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 42°27′37″N 71°20′58″W / 42.46028°N 71.34944°W / 42.46028; -71.34944

Keldur

  1. Minor Civil Divisions: 2010 to 2018 - Concord town, Middlesex County, Massachusetts, census.gov
Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana