Finnland
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: Vårt land (Maamme) | |||
Alment mál | Finskt, svenskt | ||
Høvuðsstaður | Helsinki | ||
Forseti | Sauli Niinistö | ||
Forsætisráðharri | Jyrki Katainen | ||
Fullveldi | 6. desember 1917 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
338.432 km² 9,4 | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
5 429 894 16,04/km² | ||
Gjaldoyra | Evro | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .fi | ||
Telefonkota | +358
| ||
Finnland (finskt: Suomi) er lýðveldi í Norðurevropa. Finnland hevur mark við Noreg í norðri, Svøríki og botnisku víkina í vestri, Eystrasalt í ein útsynning Finnlandsfjørðin í suðri og Russland í eystri. Finnland er norðasti sjálvstøðuga land í heiminum eftir Ísland.
Søga
Í øldir var Finnland undir svenskum yvirvaldi (Hertugadømið Finnland), til tað kom undir Russland í 1809. Finnland gjørdist sjálvstøðugt land í 1917.
Politikkur
- Matti Vanhanen
- Tarja Halonen
- Martti Ahtisaari
- Paavo Lipponen
- Iiro Viinanen
- Riitta Uosukainen
- Urho Kekkonen
Mentan
Finska mentanin er ólík mentanini í hinum Norðurlondum, og finskt er ikki skylt við norrønu málini.
Landfrøði
Størsti parturin av landinum er skógur, har fura, grann og bjørk vaksa. Kavin liggur næstan allan veturin.
Stórir partar av Finnlandi eru skógvaksnir, og har eru mong vøtn, tí at skriðjøklarnir gróvu djúpar lægdir í lendið í seinastu ístíð.
Búskapur
Mesta fólkið livir av jarðarbrúki og skógbrúki. Tað er so í Finnlandi, at til hvønn garð liggur eitt strekki av skógi, og hetta gevur ofta líka nógv av sær sum tað, maðurin fær burtur úr jørðini. Um summarið verða neytini rikin á skógin. Kornsløgini, teir dyrka í Finnlandi, eru mest bygg og havri, men teir velta ikki sørt av hveiti. Inni í landinum kann tað ofta henda, at hann legst við náttarfrosti, tá ið akrarnir eru farnir at næla, og so er alt strevið burturspilt. Kornið stadnar ikki allastaðni á bønum, so teir mugu turka tað inni. Eplum og rótum verður nógv velt av. Røturnar verða brúktar til neytini. Neytatalið í Finnlandi er heilt stórt, og teir kirna væl av smøri. Skógbrúkið hevur ovurhonds nógv at týða fyri finnlendingar; um tveir triðingar av landinum er skógvaksið, og væl ber til at floyta viðin eftir áunum, sum renna millum tey ymsu vøtnini; kortini kann tað henda, at stórir fossar eru á vegnum, og tá ber ikki til, men so hava teir grivið gryvjur millum vøtnini. Hægsti fossurin í Finnlandi eitur Imatra: har er bygt stórt elverk. Tað eru ikki bara stórvið og borðvið, teir flyta út úr Finnlandi. Nøgd av viði, helst av tí, sum lítið virði er í, verður gjørt til pappír, og Finnland flytur pappír út í stórum; krosslineri flyta teir eisini nógv út av; finskir svávulpinnar eru væl kendir. Í nýggjari tíð verður nógvur viður nýttur í klædnagerð (kunstsilki, eisini kallað rayon). Kol ella olja finst ikki í landinum, men fossamegín trýtur ikki, so teir brúka elkraft til drívmegi á ídnaðarvirkjunum. Eitt sindur av jarni er í landinum, men ikki nóg mikið til egið brúk; harafturímóti er væl til av kopari.